Skip to main content
Vitlíki Popup Menu
+

Grein knýtt at snar.fo/vitliki

Keldukritiskar avbjóðingar við vitlíkisbottum

09.12.2024

Vitlíkisbottar sum ChatGPT hugsa ikki sjálvir, men framleiða tekstir við støði í tilfari, teir finna á netinum. Tó ber ikki til at síggja, hvørjar tekstir bottarnir brúka, og hetta er ein keldukritisk avbjóðing. Til ber at spyrja, hví vit skulu læra alt møguligt í skúlanum, um bottarnir kunnu geva okkum svar betri og skjótari. Soleiðis varð eisini hugsað, tá leiti- og umsetingarsíður gjørdust hvørsmansogn, men kjattbottarnir skapa nakrar avbjóðingar, ið eru munandi størri. Teir kunnu skriva tekstir við høgari góðsku upp á stutta tíð, og vandin er, at næmingar og onnur velja at lata bottin skriva uppgávur fyri seg.

Hetta er, sum vera man, snýt, men ikki avskriving. Teksturin er ikki tikin frá nøkrum øðrum, men er upprunatekstur skrivaður av bottinum. Í staðin fyri at hugsa, setir botturin tekstir saman við støði í sannlíkisrokning. Munurin er, at bottarnir ikki hava kritisk metingarevni, sum vit menniskju hava.

At leypa upp um, har garðurin er lægstur, er sera menniskjaligt, og man kann grundgeva fyri, at leti er orsøkin til nógvar snildar uppfinningar. Tað er ein lætti at sleppa undan at vaska klæði, vaska upp o.s.fr. Men við kjattbottunum er avbjóðingin ein onnur. Skriva næmingar ikki sjálvir sínar uppgávur, læra teir ikki tað, teir skulu. Váðin er, at vit fáa næmingar, ið lata inn frálíkar uppgávur, men hava innlært lítið av vitan. Mest sum øll vitanin kemur í staðin uttanífrá. Hetta undirgrevur metingarevnini. Sostatt er trupulleikin ikki bert snýtið í sær sjálvum, men at vit fáa framtíðar-borgarar, ið ikki megna at vera kritiskir, herundir keldukritiskir.

Sagt fýrakantað kann nýtslan av kjattbottum gera okkum menniskju so óvitandi, at vit noyðast at slúka alt rátt, ið bottarnir siga okkum. Eftirsum vitan er vald, merkir hetta, at vitlíkið tá hevur fingið vald á okkum menniskjum.

Keldukritikkur er ein týðandi partur av fleiri lærugreinum, eisini samfelagsfrøði. Fyri at fáa eina nøktandi fatan av einari samfelagsligari hending, mugu vit seta spurnatekin við keldurnar, tá vit lesa ein tekst ella frætta tíðindi. Er keldan ikki nøktandi, eiga vit at vera ivasom um tíðindini og brúka keldukritiska kekklistan til at meta um góðskuna av tekstinum. Serliga í krígstíðum kann vera torført at vita, hvat er satt, tí stríðandi partar senda ofta mótsigandi tíðindi út um somu hendingar. Hvør veit, hvat eru sonn tíðindi, og hvat er propaganda? Neyðugt er at meta keldukritiskt um tíðindini heldur enn at slúka alt rátt.

Hetta ber ikki til, um teksturin er skrivaður av einum kjattbotti. Bottar eru ikki leitimaskinur, ið vísa okkum ymiskar keldur, ið vit kunnu eftirkanna. Kjattbottar byggja á málmodell, ið seta saman nýggjan tekst út frá sannlíkindum. Teir brúka sostatt sera nógvar tekstir til at rokna hesi sannlíkindi, ikki ávísar keldur. Kjattbotturin fær ein fyrispurning (prompt) frá einum brúkara og roknar seg út frá hesum fram til, hvat eitt hóskandi svar er. Ein næmingur kann t.d. kopiera eina uppgávuorðing inn í ChatGPT, ið síðani skrivar ein sannlíkindisgrundaðan tekst út frá fyrispurninginum.

Trupulleikin er, at botturin eingi metingarevni hevur og tí kann finna upp á at skriva ymiskt, ið er heilt ella lutvíst ósatt. T.d. kann botturin svara upp á fyrispurning, at Bárður á Steig Nielsen er løgmaður Føroya; hetta tí at hann hevur sæð hetta navnið sett í samband við orðið ”løgmann” so ofta, at hann roknar seg fram til, at Bárður sannlíkt er løgmaður.

Tekstur: Birgir Kruse

Link to Bottom of Target Page