Undirvísingargongdir
Tala: “All the world’s a stage”
Eftir William Shakespeare. All the world’s a stage, And all the men and women merely players; They have their exits and their entrances...
Shakespeare á filmi
Shakespeare hevur verið fyrimynd og hevur havt ávirkan á filmsframleiðslu um allan heim, bæði í stórum filmum og sjónvarpi...
Shakespeare í Sýni & Dýpi 2
Í sBókini Sýni & Dýpi 2, sum er ætlað øðrum ári í miðnámi, er ein stórur partur, sum snýr seg um rák og tíðarskeið í mál...
Fakespeare?
Í einar tvær øldir hava fólk, ið granska søgu og bókmentir, hildið, at fleiri fólk munnu hava skrivað teir leikir og tær sonettir, sum vit vanliga siga, at Shakespeare einsamallur hevur skrivað. Ein av teimum, sum gitt verður at hava skrivað onkran av hesum tekstum er Christopher Marlowe, sum sæst á málninginum.
Uppgávur: Hvør var Christopher Marlowe og nær livdi hann? Kannið í hesi ensku grein, hvørjir hinir rithøvundarnir eru, sum kunnu fjala seg í bókarúgvuni hjá Shakespeare.
Eru onnur stór og gomul bókaverk, har ivamál kunnu vera um, hvør hevur skrivað? Hevur tað nakran týdning, at vit vita, hvør hevur skrivað ein søguligan, ein bókmentanaligan ella ein átrúnaðarligan tekst?

Edward og Shakespeare
Í Námi er floksett av bókini Apollonia, sum Edward Fuglø hevur skrivað og teknað. Hóast bókin er floygd og full av hugskotum, bindur hon seg afturat einum serstøkum húsum og einum serstøkum persóni og fleiri av hansara figurum. Hvørji eru húsini? Hvør er persónurin?
Á bls. 18, sum er avmyndað høgrumegin, fáa vit á næstseinastu reglu eina ábending um, hvør persónurin er. Bókin er ætlað miðdeild, tað er 4.-6. flokki.
Gerið avtalu um at vitja høvundan og teknaran, Edward Fuglø, og fái hann at siga frá, hvat kveikti hann at skriva hesa bókina. Kannið eftir, hvussu hann arbeiðir, og hvat tilfar og hvørjar litir hann brúkar.

Shakespeare í Alfrøðini
Í Alfrøðini, sum kom í 1992, finna vit Shakespeare nevndan bæði undir leitorðinum Bretlandi og sum ein av tólv teim fremstu rithøvundunum. Upplýst verður, at meðan Shakespeare livdi, vórðu nógvir sjónleikir hjá honum spældir á pubbum, sum eru ensk vertshús. Her møtast fólk at eta, gista og skifta orð um gerandis viðurskifti. Vertshúsini verða ein savningarstaður, sum fær mentanarligan týdning í Bretlandi. Aftast í Alfrøðini er eitt yvirlit, sum sýnir tólv av heimsins kendastu rithøvundum í allari søguni, frá grikska Homer til franska Camus. Millum teir tólv er Shakespeare, og høvuðsverk hansara verður sagt at vera Hamlet. Eisini tólv kendir føroyskir rithøvundar verða nevndir í sama lista, frá Hammershaimb til Jens Paula Heinesen.
Words, words, words - at minnast Shakespeare
Páll Danielsen er yrkislærdur sjónleikari og hevur í fleiri førum spælt leikir, sum Shakespeare hevur skrivað. Shakespeare skrivar við so nógvum orðum, at eitt kent brot úr orðaríkasta leikinum er, tá høvuðsleikarin Hamlet sigur: Words, words, words.
Hvussu lærir Páll seg at minnast allan tann nógva palltekstin hjá Shakespeare, sum eisini hevur eitt serligt stev, og ber til at siga annan tekst, við sama stevi?
Jamba, jamba, jamba - ørindisføtur
Sólvá Jónsdóttir er ráðgevi í Námi. Her sigur hon við dømum frá um jamba og aðrar ørindisføtur, ið gera rytmuna í einum teksti. Eyðkendi ørindisfóturin hjá Shakespeare er jamba, sum vit eisini kunnu raka við nógva aðra staðni, eisini í jólasálmum.