Myndir til 'Fysiologi'
174 3. Kropslig venjing Yvirlit yvir endurtøkur og byrðu í styrkivenjing, og hvørja ávirkan hesir tættir hava á venjingarúrslitið. Mesta styrkin merkir maksimala kraftin, vit kunnu útinna, og skjótstyrki merkir maksimal kraft, sum kann verða ment pr. tíð (0–200 ms). Ítøkilig dømi, hvussu vit kunnu bøta um ymisk sløg av styrki, eru nevnd seinni í hesum partinum. Endurtøkur % av 1 RM Venjingarúrslit 1 2 3 4 5 100 95 90 87 85 Mesta styrki og skjótstyrki 6 8 83 80 Mesta styrki og vøddastødd (hypertrofi) 9–12 70–75 Vøddastødd (hypertrofi) Fleiri enn 12 Minni enn 70 Vøddastyrki, ella vøddatreysti Genturnar venja sprækni við lopum á staðnum. Her ræður um, at arbeiðið ikki er tyngri, enn at tær lættliga kunnu gera rørslurnar út í æsir.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=