Myndir til 'Fysiologi'

160   3. Kropslig venjing Pál Joensen er millum bestu 800 m og 1500 m frísvimjarar í heiminum. Arbeiðs­tíðin er um leið 7 minutt­ir ávikavist 14 minuttir, og tískil er talan fyrst og fremst um aeroba ítróttagrein, tó við týdningarmiklum anaerobum parti. Nýggj gransking hevur víst, at an­aerob venj­ing er lykilin til størri fram­gongd hjá ítrótta­fólki í ógvuliga góðari venjing í a­erobum ítrótta­greinum. Konditalið hjá Páli hevur verið mált til knappliga 75 mL av O 2 /kg/min. Hetta er á sama stigi sum hjá úrvalsítróttafólki í langtíðarítróttagreinum.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=