Myndir til 'Fysiologi'

3. Kropslig venjing   151 mynd 177 Pulsur Sløg/min Oxygenupptøka mL av O 2 / min / kg 130 30 0 40 50 60 70 0 140 150 160 170 180 190 Myndin vísir sambandið ímillum puls og O 2 -upptøku. Pulsurin veksur linjurætt við O 2 -upptøkuni. Tí kann pulsurin verða brúktur at meta um aeroba arbeiðsbyrðu. Kanning av harðari intervalvenjing (90% av VO 2, max , 5×2 min. arbeiði við 1 min. hvíld ímillum) tvær ferðir um vikuna í 8 vikur við vanligum ótrenaðum fólki gav størri framgongd í VO 2, max enn venjing í 1 tíma við hóvligum intensiteti tvær ferðir um vikuna í 8 vikur. Kanningin vísti, at intervalvenjing er ógvuliga munadygg eisini hjá ótrenaðum, men umráðandi er at vera varin, tí vøddar, sinur og liðbond halda ikki væl til so stóran intensitet. Maksimali puslurin kann verða funnin við ymsum testum. Vanliga hava trapputestir á súkklu ella rennibandi verið nýttar, men nú verður maksimalpulsurin eisini testaður við „Yo-Yo interval restitutiónstestini“ og við „Yo-Yo interval treystleikatestini“. Fyri­ munurin við Yo-Yo testunum er, at 20–30 ítróttafólk kunnu verða testað um somu tíð. Trapputestirnar á súkklu ella rennibandi eru meiri tíðarkrevjandi og krevja eisini nógv meiri útgerð. Aerobir venjingarhættir Pulsur Miðal % av maksimalpulsi Miðal sløg/min Aerob venjing við lítlum intensiteti 65% 130 Aerob venjing við hóvligum intensiteti 80% 160 Aerob venjing við stórum intensiteti 90% 180 Aerobir venjingarhættir. Maksimali pulsurin er her settur at vera 200 sløg/min. Í talvuni sæst, at aerob venjing við lítlum intensiteti svarar til ein miðal intensitet á 65% av maksimala pulsinum, og at aerob venjing við hóvligum og stórum intensiteti krevur ein miðalpuls á ávikavist 80% og 90% av maksimalpulsinum.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=