Myndir til 'Fysiologi'
124 2. Almenn fysiologi og arbeiðsfysiologi Í sambandi við kolvætu Í sambandi við protein Í sambandi við fiti Onnur virkisøki gera fruktosu og galaktosu um til glukosu transaminera aminosýrur, t.e. at gera summar aminosýrur til aðrar aminosýrur bróta niður triglyserid til glyserol og fitisýrur gera kolesterol burtur úr fiti, kolvætu og proteinum (nøgdin lagar seg eftir, hvussu nógv kolesterol, vit eta) seta glukosu saman til glykogen til livragoymsluna deaminera aminosýrur, t.e. at taka aminobólkin burtur úr aminosýruni bróta fitisýrur niður áhaldandi gera gall, sum verður goymt í gallbløðruni senda glukosu við blóðinum út í kyknur í øðrum kropspørtum gera aminosýrur um til glukosu gera glyserol um til glukosu bróta tær reyðu blóðkyknurnar niður gera mjólkarsýru um til glukosu seta aminosýrur saman til protein gera lipoprotein, sum skulu við lipidum út í kyknur í øðrum kropspørtum gera óvirkin D-vitamin um til virkin D-vitanin brúka aminosýrur sum grundarlag at gera onnur evni við køvievni í goyma og bróta eiturevni niður, bæði evni, sum koma uttanífrá sum t.d alkohol og leivdir av heilivági og evni, sum koma innan úr kroppinum t.d. hormon og ammoniakk senda aminosýrur við blóðinum út í kyknur í øðrum kropspørtum Virkisøki í livrini
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=