Finka - Ljóð- og mállæra
Hjáljóð við ymiskari úttalu Ke og ki Karin hugsar um k. Hon veit, at k ikki altíð úttalast sum í hennara navni. Nú ætlar hon at skriva ein lista við orðum, sum ikki hava sama k-ljóð sum hennara. Hjálp henni at skriva listan. Skriva fleiri í skriviheftið. Setningar Ein setningur er settur saman av orðum. Ein setningur byrjar við stórum og endar við punktumi. Setningar kunnu siga eina stutta søgu. Mamma sá eina mús . Her eru 10 setningar. 1. Les setningarnar. 2. Set gulan ring um stórar bókstavir. 3. Set brúnan ring um punktum. 4. Set reyða striku undir orð, sum gera okkurt. Óli lesur. Ása roknar. Loppan hoppar. Dukkan dansar. Tey sparka bólt. Teir spæla saman. Karin rennur. Hundurin etur. Tey sita still. Tær teska. Allir setningarnir hava orð, sum gera okkurt. Skriva 3 nýggjar setningar í skriviheftið. 28 29
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=