Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 16-16 Landafrøði 3 Avritssíða 16.4 Afrika - Hugdýping 1. Lýs Afrika við fáum orðum. Hvaðan hevur tú fingið kunn- leikan um hetta meginlandið? 2. Hví verður Afrika ofta nevnt “vøggan hjá mannaættini”? Nevn nøkur dømi um stórar og framkomnar mentanir, sum hava verið í Afrika. 3. Hvørjar fyrimunir og vansar hevði hjálandatíðin fyri fólkið í Afrika? Hví vóru evropearar so hugaðir at hertaka Afrika? 4. Hví eru summi øki í Afrika fjølbygd, og onnur øki strál- bygd? 5. Nógv siga, at Afrika er ein ríkur heimspartur við fátækum íbúgvum. Hvussu hongur tað saman? Greið frá, so væl tú kanst. 6. Hvat hendir við marknaðarprísinum á t.d. kaffi úr Kenja, um kaffigrøðin í Suðuramerika miseydnast? Grundgev fyri svarinum. 7. Hví eru so nógv ymisk vakstrarøki í Afrika? Hvussu ávirka tey ymisku náttúruviðurskiftini gerandisdagin hjá fól- kinum? 8. Greið frá nøkrum umhvørvistrupulleikum, sum eru í Afrika. Er Afrika serliga hart rakt av skaða á umhvørvið? Grundgev fyri svarinum.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=